Skoytuvøllurin fingið keylur

Skoytuvøllurin í Havn fekk í 15 keylur sum gávu frá Synergi. Endamálið er at bøta um trygdina og gera tað lættari hjá børnum sum vaksnum at læra. - Vit halda, at skoytuvøllurin er eitt gott átak tí hann ger tað betri at búgva í Havn, siga tey í Synergi.

Synergi er eitt felag, sum livir av at undirvísa og læra onnur og tá ið tey sóu, at summi ikki tordu og dugdu, men bara gingu framvið kantinum á breytini, fingu tey hugskotið at gera nakað við tað.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, læt seg sjálvur í skoyturnar í ódarveðrinum í morgum royndi eina keylu. Hann helt, at tað hjálpti honum væl til at finna javnvágina og gjørdi, at hann tordi betri at seta ferð á.

- Hetta er sum at fáa eitt triða bein at stuðla sær við, og hetta fer at gera, at fólk skjótari læra bæði at seta ferð á og at bremsa. Og so er hetta avbera gott fyri trygdina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.