Byrjað verður nú at seta nýggju skoytubreytina upp á Skálatrø, og um sjey dagar skuldi verið klárt at skoyta á henni. Tað rúka eini 30 parkeringspláss, tá nýggja skoytibreytin er sett upp, men hetta væntar Heðin Mortensen fer at vinnast inn aftur við at rudda upp í bilaparkini.
- Tað er so, at har standa bilar í dagar og vikur út í eitt. Sjómenn seta bilin har, tá teir fara til skips, og fólk annars seta bilin har, tá tey fara uttanlands í feriu, og tað er jú ikki meiningin, sigur Heðin Mortensen.
Nýggja skoyribreytin er komin til landið, og við henni eru eisini montørar, sum skulu seta hana upp.
- Hon verður sett upp og so verða frystirør løgd í og breytin verður síðani fylt við vatni, sum síðani verður fryst. So ber til at skoyta á breytini, og útgerð er eisini við so tað ber til at hølva av, um breytin verður for slitin, sigur Heðin Mortensen.
Ætlanin verður eisini at seta borð og stólar upp so fólk kunnu sita og njóta ein heitan kakaomunn. Ein vognur kemur eisini at standa har sum skal leiga út skoytur.
- Tað verður helst so, at fólk mugu keypa eitt atgongumerki, men tað verður meira fyri at halda stýr á. Børn koma at gjalda tíggju krónur um tey hava egnar skoytur við, og vaksin 20 krónur. Skulu tey leiga skoytur eisini, kostar tað 40 krónur, sigur Heðin Mortensen.
Hann heitir samstundis á fólk um at ansa væl eftir, serliga tey, sum ikki eru von við at skoyta, tí tað er so skjótt at detta og bróta seg sundur.
- Vit fara at hava 190 pør av skoytum í øllum støddum, og eg skal leggja dent á, at allir føroyingar eru vælkomnir at royna skoytubreytina, sigur Heðin Mortensen.