Skoytubreytin sera nógv vitjað

Út við 6.000 fólk hava roynt nýggju skoytubreytina hjá Tórshavnar kommunu, og tað sær út til, at útrokningarnar halda og skoytubreytin hvílir í sær sjálvari.

Tað er einki at taka seg aftur í, at nýggja skoytubreytin hjá Tórshavnar kommunu er ein rættilig sólskinssøga.
- Vit hava mett, at tað mundu vera um 1100 fólk á skoytubreytini tann týsdagin, hon bleiv tikin í nýtslu, og síðani hava vit havt úr 750 fólkum heilt upp í 1300 fólk leygardagin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hóast tað onkran dag hevur verið bæði regn og illfýsi, hevur tað ikki hildið fólki aftur í at skoyta.
- Hesar dagarnar hava eisini nógvir barnagarðar vitja, bæði her úr Havn, men eisini kring um í landinum. Tað ber nevniliga til at leiga seg inn millum klokkan 9 og 13, og tað hava nógv gjørt brúk av, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at skoytubreytin er komin fyri at verða, og hann heldur, at tað upp á longri sikt kemur væl við tær royndir, sum standast av.
- Tað kann koma upp á tal við einari størri breyt, um hesin áhugin heldur fram, og eg vil heldur ikki avvísa, at talan kundi verið um eina innilokaða breyt, sigur Heðin Mortensen.
Tað sær eisini út til, at skoytubreytin fer at hvíla í sær sjálvari, tí við so nógvum vitjandi átti at borið til at fingið tær 100.000 krónurnar inn, sum breytin kostar í streymi.
Fyribils er borgarstjórin í hvussu er væl nøgdur við talið av vitjandi.
- Vit hava 190 pør av skoytum og tað halda vit vera nóg mikið, tí við nógv meiri pørum hevði tað helst gjørst heldur trongt á breytini, sigur Heðin Mortensen.