Eftir ætlan skuldi skoytibreytin í Havn lata upp í morgin, men nú boðar Tórshavnar kommuna frá, at arbeiðið er seinkað.
Orsøkin til seinkingina eru tøkniligir trupulleikar, sigur kommunan. Ístaðin letur skoytibreytin upp mánadagin 7. desember.
Upprunaliga var ætlað, at skoytubreytin skuldi vera í Vágsbotni, men hon varð flutt á niðara vøll í Gundadali, eftir at nógv í handilsvinnuni í miðbýnum gjørdu vart við, skoytubreytin í Vágsbotni ávirkaði ferðsluviðurskiftini í miðbýnum ov nógv.
Tórshavnar kommuna sigur, at upplatingartíðir, skrá og annað verða eisini kunngjørd mánamorgunin.