Leygardagin læt skoytubreytin á fyrsta sinni upp í Kommunuskúlagarðinum í Havn, og líkt er til, at fólk dáma umhvørvið, sum er skapt kring breytina.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt fyri upplatingina, at skoytubreytin fer at liggja væl í Kommunuskúlagarðinum.
- Tað verður ljós um allan Kommunuskúlabygningin, sum annars hevur staðið myrkur í longri tíð, og her verður eisini tónleikur at hoyra, eins og høvi verður at keypa sær kaffi, segði hann.
Skoytubreytin letur upp allar yrkadagar - frá mánadegi til fríggjadag - klokkan 08, leygardag verður opið frá klokkan 10 og sunnudag frá klokkan 14. Síðan verður breytin opin hvørt kvøld í vikuni til klokkan 22.
Fyrrapartstímarnir frá mánadegi til fríggjadag eru tó ikki til almenna skoyting, men eru avsettir til skúlar og stovnar.
Kostnaðurin fyri at brúka skoytubreytina verður hin sami sum í fjør, 20 krónur fyri vaksin og 15 krónur fyri børn og sama gjald verður goldið fyri skoytuleigu.