Eftir at Tórshavnar Kommuna í farnu viku fyrst fór undir at gera klárt til at seta skoytubreytina upp í Vágsbotni, men síðani slepti ætlanini, tí at nógv mótmæli komu frá vinnulívinum í miðbýnum, tí breytin fór at hava við sær, at ferðslan í miðbýnum bleiv nógv tarnað, hevur verið arbeitt við nýggjari staðseting til breytina.
Nú er so greitt, at skoytubreytin verður sett upp á niðara vølli í Gundadali. Hetta váttar tekniski stjórin hjá kommununi, Bogi Jacobsen.
- Breytin verður sett upp í horninum niðan móti B36-húsinum, og hon kemur at hava fulla stødd, sigur Bogi Jacobsen.
Nær breytin letur upp, er tó enn ógreitt.