Vit tosa øll um fríða vinnu og fríðan flutning. Men tá møguleikin brádliga er har vísur tað seg ofta at vinnurekandi møta alskyns forðingum, soleiðis var eisini nú vit høvdu havt ein tjans at útflyta seyðakjøt til kræsnar gómar í Keypmannahavn.
Kapping er góð!, og vit sum starvast í landbúnaðinum eru ikki bangin fyri kapping, bert hon er á líkaføti. Men kappingin er vónleys tá kappingarneytin í útgangstøði er fær fyrimunir sum vit sum kappingarneytar onga ávirkan hava á.
Á summum økjum eru kappingarneytar okkara frammanfyri tí teir hava náttúrligar fyrimunir og stórdriftsfyrimunir, tað fáa vit einki gjørt við, og tað er ikki tað ringasta. Tað ringasta er tá kappingarneytarnir avtrat hesum náttúrugivnu fyrimunum fáa stórar fíggjarligar fyrimunir við studningum fleirfaldað tað sum okkara vinna fær og ótarnað fáa loyvi at dumpa yvirskotsframleiðslur inn á okkara marknað. Í slíkum førum ber ikki til at kappast og úrslitið er at tað sum vit hóðast alt kundu framleitt sjálvir keypa vit frá øðrum so leingi naka er at fáa. Vit gerðast minni og minni sjálvbjargnir meðan vit eru við til at menna vinnulívið í grannalondum okkara.
Fyri at lýsa støðuna á ein einfalda hátt kunnu vit siga at, tá ein bóndi í Føroyum fær eina krónu útgoldið í stuðuli fær ein íslendskur bóndi fær áleið 14 krónur, ein norskur bóndi 12 krónur og ein danskur-ES bóndi 8 krónur.
Hesi lond leggja stóran dent á at verða sjálvbjargin við matvørum. Orsøkin er oftast tí tey eru bangin fyri at koma í støðu har forboð ella annað avskerð tey frá at flyta matvørur inn í landið, til dømis umfarsjúkur, handilskríggj o.tl. Mat skulu vit øll altíð hava.
Eitt ítøkiligt dømið um innanhýsis stuðul er hendan kjøtavrokningin til ein svenskan-ES bónda:
Avrokningin talar fyri seg, emn eftir hesum sæst at kjøtprísurin er 36%, meðan stuðulin er 64% av avrokningini. Samlaði avrokningarprísurin til bóndan fyri hetta slaktið er kr. 55,52, men um sláturvirkið útflutti kjøtið til eitt nú Føroyar ja so sær tað út sum at svensku bóndurnir eru sera dúgligir at framleiða bíligt kjøt.
Eitt annað dømið er seyðakjøt úr Íslandi. Avrokningarprísur til bónda fyri kilo seyðakjøt er áleið kr. 31. Av trat hesum fær bóndin áleið kr. 490 fyri hvørt "ærgildið". Til tess at samanhalda hetta við okkara viðurskifti havi eg flutt skipanina til føroysk viðurskiftir og tá fær bóndin áleið kr. 58 fyri kilo pluss tillegg um hann flettur fyrr og seinni enn vanligt er.
Íslendingar hava havt trupulleikar við ov stórari seyðakjøtframleiðslu, men av ymiskum orsøkum, eitt nú skipan um niðurberjing av ridluskriða hevur hendan yvirskotsframleiðsla verið minkandi. Bóndurnir hava tíðskil fingið tillutaðar kvotur á seyðakjøti. Tað er tó torført at raka beint á kvotuna og tí hevur tað sum hevur verið omanfyri ásettu kvotuna farið til útflutnings, m.a. til Føroyar. Fyri hetta hevur bóndin fingið avrokna tað sum hesin marknaður hevur vilja latið fyri kjøtið.
Tað er ikki tann stóri kunsturin at rokna hvat ein íslendskur bóndi fær fyri kilo tá kjøtið verður selt við handilsdiskin í Føroyum fyri kr. 39,90. Sum skipanin er við "ærgildinum" fær eisini tann íslendski bóndin stuðul fyri tað sum ferð til útflutnings.
Eftir hesum skipanum er tað húskini í londunum vit handla við sum, at enda gjalda fyri at vit í Føroyum kunnu keypa bíligar matvørur á borðið.