Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
?????????????????????????????
Endamálið við fólkaheilsupolitikkinum
Vit eru neyvan ósamd um, at endamálið við einum fólkaheilsupolitikki er at skipa so fyri, at allir myndugleikar, stovnar, ráð og felagsskapir samvirka fyri at styrkja almennu heilsustøðuna hjá fólkinum, -við at eggja øllum til eina heilsugóða lívsførslu, - við at byggja upp heilsufremjandi atferð og umstøður, - og við at byrgja fyri sjúkuelvandi og heilsuskaðiligum viðurskiftum, - allastaðni í samfelagnum, á arbeiðsplássunum, í skúlunum, í heimalívi og frítíðarlívi.
Fíggindar sum hótta fólkaheilsuna
Vit hava óivað eisini øll eina hóming av, hvørjir fíggindarnir eru, sum hótta heilsu okkara, og sum eru atvoldin til, at alt ov nógv av okkum, ofta í okkara bestu árum, fáa óneyðugar heilsuskaðar at dragast við, fyri eina tíð ella fyri alt lívið.
Vit vita, at tað kann vera okkara liviháttur, stress, ov nógv tubbak og rúsdrekka, eta ov nógv ella ov feitan mat, røra okkum ov lítið. Tað kunnu verða arbeiðsumstøðurnar, sum kunnu geva arbeiðsskaðar ella líðandi niðurslíta førleika okkara. Tað tað kunnu vera vanlukkuligir skaðar vit fáa í ferðsluóhappum. Tað kunnu vera ítróttarskaðar.
Blóðproppar og ryggsjúkur
Og avleiðingarnar kenna vit eisini. Alt tað vit kunnu koma at dragast við, men sum kundi verið fyribyrgt, partvíst í hvussu er. Ryggsjúkurnar. Blóðpropparnir. Magasárini. Giktin. Ov høgt blóðtrýst. Allergi. Bronkitis. Ávísar sukursjúkur. Krabbamein. Hoyrn- og eygnaskaðar. Depressiónir. O.s.fr.
Men hvar vit skulu byrja? Hvat er tað týdningarmesta at seta á? Og hvussu skulu vit gera? Tað eru hesir spurningar, sum skulu loysast við einum fólkaheilsupolitikki.
Fólkaheilsupolitikkurin er tí ein ætlan í trimum stigum:
? Ein útgreining av hvussu heilsustøðan hjá føroyingum er í dag, hvat eru teir vanligastu og vandamiklastu trupulleikarnar fyri fólkaheilsuna, og hvørji viðurskifti eru tað serliga, sum elva til heilsuskaðar, og sum vit tí skulu verja okkum ímóti?
Hetta er ein uppgáva fyri heilsuverkið, t.d. fyristílað av Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og í samstarvi við kommunulæknar, skúlalæknar, heilsusjúkrasystrar og heimarøkt.
? Út frá hesum útgreiningum verða sett tey mál, sum vit vilja leggja orku í fyri at røkka. Hesir yvirorðnaðu málsetningar eru ein uppgáva fyri politiska myndugleikan, Almanna- og heilsumálastýrið og Løgtingið.
? Út frá hesum heilsupolitisku málsetningunum verður so gjørd ein ítøkilig ætlan, hvørji tiltøk skulu setast í verk, fyri at náa málunum. Hetta skal verða ein samskipað ætlan, ein felags uppgáva fyri allar avvarðandi partar, allar heilsustovnar, ráð og skipanir, fyribyrgingarráð, stovnar og partar á arbeiðsmarknaðinum, allir teir sjálvbodnu felagsskapirnir á heilsuøkinum, og allir hinir felagsskapirnir, sum ítróttarfeløgini, bygdarfeløgini, ungmannafeløgini, frítíðarfløgini, pensjonistafeløgini...
Á henda hátt eigur eitt væleydnað framtak fyri fólkaheilsuna at verða ein felags uppgáva fyri okkum øll og til okkara felags gagn.