Tað verður arbeitt av øllum alvi, nú tey gera klárt at seta skoytibreytina upp í Kommunuskúlagarðinum.
Á heimasíðuni skrivar Tórshavnar kommuna, at skoyibreytin letur upp 29. november, eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað sama dag. Ætlanin er at skoytibreytin skal verða opin fram til seinast í februar.
Upplatingartíðirnar verða tær somu sum í fjør – frá klokkan 8 til 22. Fyrrapartstímarnir eru tó ikki til almenna skoyting, men eru avsettir til skúlar og stovnar.
Umframt sjálva skoytubreytina, verða tjøld til kaffisølu og annað sett upp inni í garðinum, og sum nakað nýtt verður ein karussell eisini sett upp, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.