Skoytubreytin hjá Tórshavnar kommunu letur upp á Vaglinum 26. november – beint eftir at jólatræið er tendrað. Hetta er sætta árið, at skoytubreytin er opin um árskiftið.
– Køliskipanin er gomul og slitin, men hildið verður, at hon klárar ein vetur aftrat, men nú var ikki pláss í Kommunuskúlagarðinum. Avgjørt er tí at breytin einaferð aftrat verður løgd á Vaglinum, skrivar Tórshavnar kommuna í fráboðan.
Býráðið samtykti í mikukvøldið einmælt at játta 300.000 krónur til endamálið. Ferðslan verður umskipað, og nýggj parkeringspláss verða tøk á Vaglinum til tann 26. november.