Skuldi tað hent, at onkur av áhoyrarunum ella tíðindafólkunum hevur okkurt skotvápn við sær inn í rættarhølið, tá Anders Behring Breivik kemur fyri rættin, verður tað ikki lætt at skjóta hann, tí hann skal sita við bakinum ímóti einum skottryggum glasrúti. Tað hevur leiðslan í rættinum í Oslo gjørt av í samráð við ákæruvaldið.
Tann skottryggi glasveggurin skal ikki bara verja Breivik, men eisini verjar hansara, skrivar Aftenposten, og tann ákærdi skal flytast aftur og fram millum fongslið og dómhúsið í einum skottryggum bili.
Rættarmálið ímóti Breivik byrjar tann 16. apríl og fer ætlandi at vara góðar tveir mánaðir. Trygdartiltøkini verða sera strong. Bæði inni í dómhúsinum og uttanfyri skulu vápnaðir løgreglumenn standa á varðhaldi, og gardinur verða fyri vindeyguni í rættinum, so óviðkomandi ikki skulu síggja inn.
Sjálvur sættarsalurin er 250 fermetrar stórur, og 204 áhoyrarar og tíðindafólk sleppa inn.









