Trý fólk eru særd av skotum uttan fyri iranska tjóðartingið. Eitt teirra er ein vaktarmaður, smu er deyður, skriva fleiri miðlar.
Tað hava verið skottilburðir við iranska tjóðartingið í Teheran í morgun. Eisini frættist um skottilburð við gravarhvalvið, har ayatollað Ruhollah Khomeini liggur grivin.
Tað skrivar fleiri tíðindastovur í Iran.
Enn er óvist, um skottilburðirnir við tjóðartingið eru steðgaðir. Og ógreitt er, hvat í veruleikanum er farið fram.
Sambært fyrstu fráboðanunum fór at ein maður at skjóta fyri at sleppa inn í tjóðartingið. Hann skeyt fleiri skot og særdi minst trý fólk, skrivar Fars tíðindastovan.
Aðrir miðlar skriva, at fleiri áloðsmenn lupu á tjóðartingsbygnignin. Vitni siga statsliga miðlinum Irib, at upp til fýra vápnaðir menn við skotvápnum eru inni í tjóðartingsbygninginum.
Tað er tó ikki váttað frá almennari síðu, og ymsar fráboðanir eru um, hvort nakar er handtikin.
Miðilin Tasnim greiðir frá, at ein vaktarmaður er deyður og skrivar, at tað framvegis verður skotið, meðan tíðindastovurnar Fars og Mehr skriva, at álpasmaðurin er rýmdur.
Samstundis verður boðað frá, at skot og bumbuálop eru við Khomeinis mausoleum í suðurpartinum av Teheran. Khomeini var tann, sum grundaði islamska statin Iran og stóð á odda fyri kollveltingini, sum í 1979 fekk shahin frá valdinum.
Fleiri persónar eru særdir við gravarhválvi, skrivar AFP tíðindastovan.
Tríggi ókendir illgerðarmenn lupu á gravarhválvið samstundis sum skottilburðirnir fóru fram í tjóðartinginum. sambært upplýsingunum hjá Fars.
Tveir av monnunum skutu fleiri skot móti fólki, sum vitjaðu grøvina hjá ayatollanum. Tann triðui bar eftir øllum at døma ein bumbuvest, sum hann lat av í einum sjálvmorðsálopi.
Iranska tíðindastovan Ilna skrivar, at fimm fólk eru særd við mausole'ið.
Leiðið hjá Khomeini liggur umleið 20 kilometrar frá tjóðartinginum.
Víðgongdi bólkurin Islamskur Statur (IS) hevur átikið sær ábyrgdina fyri bæði álopini. Tað skrivar Fars.
/ritzau/