Skottilburðir kravdu 11 mannalív

Tveir skottilburðir í USA í gjár kravdu ellivu mannalív. Í býnum Carson City í statinum Nevada skjeyt ein 32 ára gamal maður eftir fólki, sum sótu og ótu morgunmat á einari matstovu. Fýra doyðu, teirra millum tríggir hermenn í tjóðarhirðini, og fleiri vórðu særd. Aftaná beindi drápsmaðurin, Eduardo Sencion, fyri sær.

Nakrar fáar tímar frammanundan skjeyt ein 22 ára gamal maður fimm fólk í býnum Morgantown í statinum West Virginia. Aftaná flýddi hann til grannastatin Pennsylvania og haðani til Kentucky, har hann skjeyt seg sjálvan, tá løgreglan kom fram á hann.

Sjónvarpsstøðin WBOY veit at siga, at tann 22 ára gamli drápsmaðurin kendi tey fimm, sum hann skjeyt.