Skotskur oljustjóri í AP nevnd

Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum nú um dagarnar varð David MacFarlane valdur í nevndina. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur og góðkendur grannskoðari og hevur verið í starvi hjá Dana Petroleum síðan 2002. Hann hevur meira enn 25 ára royndir innan leiðslu og fíggjarstýring í olju- og gassvinnuni.

Í tíðarskeiðnum frá 1985 til 1993 var hann fíggjarstjóri í MOM Group, seinni gjørdist hann fíggjarstjóri fyri tvey dóttirfeløg hjá John Wood Group plc.

David MacFarlane kom til Dana Petroleum frá Amerada Hess, har hann undanfarnu seks árini var fíggjarleiðari fyri tann partin av Amerada Hess, sum hevði við altjóða leiti- og framleiðsluvirksemi at gera. Sermerkt fyri henda partin av Amerada Hess hesa tíðina var vøkstur og seinni munandi framleiðsla í Europa, Norður Afrika og Asia.

Nýggi nevndarlimurin í Atlantic Petroleum hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri sítt arbeiði, eitt nú hesar:
2011 Bank of Scotland FD of the Year awards – Winner, Scotland FD of the year (Corporate) ???? ICAEW, CBI & Real Business Magazine, FD’s Excellence Awards 2010 – Winner FTSE 250 FD of the Year.