Skotskur banki sleppur ikki av við pengar

Royal Bank of Scotland liggur nú inni við 20 milliardum pundum – umleið 175 milliardum krónum – sum bankin kundi hugsað sær at lánt út, men sum tað ikki ber til at finna kundar til.

- Vit lána so nógv út, sum vit fáa, men smærri og miðalstórar fyritøkur vilja ikki taka lán, sigur Stephen Hester, stjóri í Royal Bank of Scotland, við blaðið The Telegraph.

Hann vísur á, at vinnulívið hevur ikki so góðar vónir til framtíðina, og tað hevur steðgað vøkstrinum í bæði vinnulívi og hjá bankunum. Eisini eru treytirnar at lána pengar strangari, enn tær hava verið.

Bretski staturin eigur 82 prosent av Royal Bank of Scotland, eftir at bankin í 2008 varð bjargaður av tí almenna. Úrslitið hjá bankanum fyri fyrstu ársfjórðingin í ár var eitt avlop á góðar 7 milliardir krónur fyri skatt, og tað var stór framgongd samanborið við somu tíð í fjør.