Loysa skotar frá Bretlandi, verður skotska bankakervið fleiri ferðir størri enn landsins bruttotjóðarframleiðsla. Skotland kann tí koma í somu støðu sum Ísland undan bankaskrædlinum har.
Tað sigur metingarfyritøkan Standard & Poor's í einari nýggjari frágreiðing, sum bretska blaðið Telegraph endurgevur úr.
Í Skotlandi eru tvey stór bankasamtøk, Royal Bank of Scotland og LLoyds Banking Group, sum eigur millum annað Bank of Scotland og Halifax-bankan.
Standard & Poor's sigur, at bretski búskapurin er nóg sterkur til at lofta tveimum so stórum og týðandi bankasamtøkum, men at støðan er ein onnur, um Skotland verður sjálvstøðugt, tí javnin hjá bankunum er tíggju ferðir størri enn skotska bruttotjóðarframleiðslan. Fer skipanin á glið, kann skotska ríkið neyvan forða fyri, at bankarnir rúka, og ríkið kann heldur ikki tryggja innistandandi peningin.
Metingarfyritøkan sigur, at hetta minnir ikki sørt um støðuna í Íslandi, har bankarnir gjørdust størri og størri, til alt kervið skrædnaði.
-Tey árini brúktu skotskir loysingarmenn Ísland og Írland sum fyrimyndir sum smá lond við dyggum búskapi, men seinni eru tað tey fáu, sum hava tosað um hetta, skrivar Telegraph.