Tað hevur stórar fylgjur við sær fyri skotskar fiskimenn, at marknaðeftirlitið millum Stórabretland og Europa Samveldið (ES) er blivið so strangt, eftir at Stórabretland fór burtur úr ES.
Ein avleiðing er, at skotskir fiskimenn sleppa ikki av við fiskin, tí tað er trupult at flyta fisk um markið til ES, hagar bretska fiskivinnan úflytur 80 prosent av sínari fiskaframleiðslu.
BBC skrivar, at bara hesa vikuna verður útflutningurin av fiski úr Skotlandi 60 milliónir minni, enn hann plagar at vera, tí tað er trupult flyta feskan fisk til europeiska meginlandið.
Útflytarar í Skotlandi hava biðið fiskiskipini um at minka um veiðina, og sambært Daily Telegraph eru dømi um, at fiskur verður koyrdur á ruskplássið, tí tað slepst ikki av við hann.
Lastbilar, sum flyta fisk úr Stórabretlandi til ES mugu bíða leingi á marknaðliðinum millum Stórabretland og Frakland. Dømi eru um eina sending, sum varð seinkað í 48 tímar og mátti beinast burtur.
The Guardian skrivar, at skotska heimastýrið krevur milliardir í endurgjaldi fyri avleiðingarnar av Brexit. Enska stjórnin hevur svarað, at skotar hava ikki fyrireikað seg nóg væl til Brexit. Harvið er lagt upp til hart stríð millum ensku og skotsku stjórnirnar.