Tað skrivar teamtalk.com.
- Úrslitið er umráðandi, tí vit vildu fremst av øllum vinna dystin. Eg eri serliga fegin um, at fleiri av yngru spælarunum stóðu seg væl, sigur Craig Levein.
Barry Bannan var helst mest eyðsýndur í gjár.
Darren Fletcher úr Manchester United, og liðformaður á skotska landsliðnum, var fegin um avrikið hjá Bannan.
Skotland vann 3-0. Øll málini komu eftir innlegg úr føroysku vinstru síðu í fyrra hálvleiki.