Í Keypmannahavn varð ungur maður í gjárkvøldið skotin til deyðis, og í nátt varð skotið við skørpum í Oslo Tað var tann tíð, tá ið skotvápn mitt í býum og millum vanliga fólkið var nakað, sum sást í filmum og hoyrdist um úr USA og aðra staðni frá langt burturi í verðini. At tað ikki longur er soleiðis, hava tað seinastu tímarnar verið dømi um í grannalondum okkara.
Í gjárkvøldið varð ein 25 ára gamal iraki so mikið meint raktur av skoti í Mjølnerparkini í Keypmannahavn, at hann doyði. Hetta var 27. ferðin síðani í august í fjør, at tað hevur verið skotið við skørpum eftir fólki í danska høvuðsstaðnum.
Í nátt hevur tað verið skotið við skørpum í Oslo. Á tí væl kendu høvuðsgøtuni Karl Johan, sum bæði kongsborgin og Stórtingið eru í nánd av, vórðu tveir menn og ein kvinna rakt, tá ið ein maður av afrikonskum uppruna gjørdist vitleysur og fór at skjóta kring seg. Støðan stóðst av, tá ið ein durðarvørur í náttklubba royndi at skilja sundur bardaga undir víðum lofti. Durðavørurin varð raktur í armin, og tvær kvinnur vórðu raktar í beinini.