Sambært danska kringvarpinum, vórðu minst tíggju skot latin av í ein parkeraðan bil í kvøld, har tveir ungir mans sótu. Báðir menninir lótu lív.
Bilurin stóð við Sennepshaven í Herlev, sambært løgregluni, og talan er møguliga um tveir ungar sviar, sum eru partur av bandaumhvørvinum. Hóast danska løgreglan ikki vil vátta tað, vil svenska blaðið, Expressen, vera við, at tann eini maðurin er oddafólk fyri Shottaz, sum síðstu árini hevur verið partur av ógvusligum bandakríggi í Svørríki.
- Vit ganga út frá, at teir eru yngri sviar, men samleiki teirra ikki endaliga váttaður og avvarðandi ikki kunnað. Tískil kann eg ikki siga meira, sigur politiinspektørurin Flemming Madsen við DR.
Bestu sporini hjá løgregluni er bilurin, sum gerningsmenninir rýmdu í. Sambært sjónarváttum, koyrdi ein silvurgráur Audi frá brotsstaðnum, ið løgreglan longu hevur funnið fram til. Bilurin varð stolin á Kastrupvej á Amager fríggjanáttina, og løgreglan vónar nú at finna fram til fólk sum vita meira