Skotski tjóðskaparflokkurin fekk ein søguligan sigur á valinum í gjár. Flokkurin fekk 65 av teimum 129 sessunum í tinginum, Holyrood Assembly og hevur sostatt meiriluta. Hetta er fyrstu ferð síðani 1999, at SNP hevur meiriluta í skotska tinginum.
Formaðurin í tjóðskaparflokkinum, Alex Salmond, lovaði undir valstríðnum at skipa fyri einari fólkaatkvøðu um at loysa Skotland frá Onglandi. Fólkaatkvøðan skal haldast innan fýra ár, segði hann undir valstríðnum, og tað lyftið ætlar hann sær at halda.
-Eins og fólkið hevur víst okkum álit, fara vit at vísa fólkinum álit, og tí fara vit í komandi valskeiði at skipa fyri fólkaatkvøðu um loysing, sigur Alex Salmond við fronsku tíðindastovuna AFP í dag.
Tjóðskaparflokkurin ætlaði eisini at skipa fyri fólkaatkvøðu um loysing í síðsta valskeiði, men tá hevði flokkurin ikki meiriluta og fekk tí ikki framt sína ætlan.