Vann Liktenstein væntaða sigurin á Skotlandi, høvdu okkara av álvara havt knívin á barkanum. Hetta tí kravið tá vildið verið, at Føroyar skuldu vinna 3-0 á Luksemburg, sum higar til hevur vunnið allar sínar dystir í EM-undankappingini.
Skotland vann tó 3-1 á Liktenstein við settúrslitunum 19-25, 25-17, 25-21, 25-16.
Við hesum hava Skotland, Liktenstein og Føroyar øll fýra stig undan seinasta dystinum. Tí verður settmunurin avgerandi, um Føroyar tapa sín dyst í kvøld. Undan dystinum hava Føroyar og Skotland settmunin, +1, meðan Liktenstein hevur -1.