Skotland ætlar sær til HM í Katar

Við sigri á Føroyum og Moldova kann Skotland tryggja sær annað plássið í bólkinum

Í annaðkvøld verður HM-undankappingarlandsdystur millum Føroyar og Skotland á Tórsvølli. Gestirnir úr Skotlandi ætla sær til HM-endaspælið í Katar, sum verður í november og desembur 2022.

 

Í minuttunum undan dystinum á Tórsvølli millum Føroyar og Eysturríki, kundu eysturríkar fylgja við á máltalvuni á Fimi, meðan Skotland í yvirtíðini vann 3-2 á Ísrael. Við sigrinum er Skotland í tí støðu, at teir við sigrum á Føroyum og Moldova kunnu tryggja sær annað plássið í bólkinum.

 

Danmark er í serflokki og vunnur óvia bólkin. Tað gevur beinleiðis atgongd til HM-endaspælið. Annað plássið gevur atgongd til ein dyst móti einum av hinum, sum blíva nummar tvey. Tað er nakað síðani, at skotska landsliðið hevur havt viðgongd.

 

Í summar vóru teir partur av EM-endaspælinum og nú ætla teir sær meir. Við spælarum sum Andy Robertson úr Liverpool, Kieran Tierney úr Arsenal, Scott McTominay úr Manchester United og John McGinn úr Aston Villa spælir Skotland nú sum ein eind.

 

Steve Clark, landsliðsvenjari hjá Skotlandi, sigur við skotskar miðlar, at Føroyar verða ikki undirmettar og at fagnaður eftir sigurin móti Ísrael hevur lagt seg, og at talan verður als ikki um timburmenn til dystin móti Føroyum. Eftir dystin var sangur og fagnaður á Hampton Park.

 

- Tá tú skorar so seint í dystinum, so verður fagnaðurin altíð stórur. Eg haldi at fagnaðurin aftaná snúði seg mest um, at spælararnir vildu takka áskoðarunum fyri stuðulin. Tað er langtsíðani, at vit hava spælt frammanfyri so nógvum áskoðarunum og havt eina so góða uppliving, sigur Steve Clark við The Herald og leggur afturat:

 

- Vit hava tosað um tað aftaná. Hatta var eitt gott kvøld, ein góður seinni hálvleikur og trý stig. Hatta var eitt stig á vegnum og nú hugsa vit um næstu uppgávuna. Til komandi dyst skulu vit eisini hava trý stig, sigur landsliðsvenjarin hjá Skotlandi.

 

Tað er eitt skotskt landsliðið, sum er í viðgongd, sum spælir á Tórsvølli í annaðkvøld. Teir hava valt ikki at venja á Tórsvølli undan dystinum, og hava tíðindafundin í Skotlandi. Dysturin verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda longu fyrrapartin.