Serbiski forsætisráðharrin, Zoran Djindjic, doyði av tveimum skotum mikudagin. Nakað seinni boðaðu myndugleikarnir frá, at ein fyrrverandi løgregluovasti hevði skipað fyri morðinum.
Eygleiðarar eru á einum máli um, at morðið ber týðiliga boð um, at Serbia hevur ikki megnað at ríva seg leyst av arvinum eftir Slobodan Milosevic, hóast hesin situr í varðhaldi hjá krígsbrotsmannadómstólinum í Haag.
Landið er framvegis í tvíningum. Øðrumegin eru tey, sum vilja gera upp við fortíðina, ta víðgongdu tjóðskaparrørsluna og krígsbrotsverkini, so landið kann fáa viðurkenning sum partur av altjóða samfelagnum. Hinumegin eru tey, sum tvíhalda um, at serbar hava altíð rætt, at Slobodan Milosevic eigur ikki at sita í varðhaldi í Haag, tí hann hevur einki skeivt gjørt, og at tað er neyðugt at endurreisa tað gamla, sama hvat tað kostar.
Seinastu tíðina hava útlit verið til, at tann fyrri parturin fór at vinna hetta stríðið. Hetta var tann vongurin, sum Zoran Djindjic var partur av, og sum gekk á odda í kravgongunum, sum noyddu Milosevic frá.
Sum forsætisráðharri legði hann dent á at fáa góð viðurskifti við Vesturheimin, og sum lið í hesum játtaði hann at arbeiða saman við krígsbrotsmannadómstólinum í Haag. Tað var eisini hann, sum tók ta endaligu avgerðina um at útflýggja Milosevic. Herfyri lovaði hann at finna tann eftirlýsta generalin Ratko Mladic, so eisini hann kann sendast til Haag.
Eygleiðarar siga, at Vesturheimurin vísti Serbia stóra vælvild, tá tað ráddi um at fáa Milosevic til Haag, men síðani er vesturlendski áhugin fyri landinum minkaður nógv. Sjálvur skal Zoran Djindjic hava sagt, at hann kendi tað, sum at altjóða samfelagið hevði gloymt Serbia, og at landið tí ikki fekk tann stuðul, sum var neyðugur fyri at benda tí á eina demokratiska kós.
Skotini í Beograd fyrradagin avdúkaðu, at altjóða samfelagið lurtaði ikki eftir Zoran Djindjic, siga eygleiðararnir.










