Niels Uni Dam
Tey særdu eru øll uttan fyri lívsvanda, tvey vórðu ikki innløgd, tvey eru aftur útskrivað, meðan ein enn er innlagdur.
Aftan á at hava skotið rýmdu drápsmennirnir í tveimum bólkum. Nakrir teirra rændu ein bil uttan fyri frístaðin, meðan hinir rýmdu í egnum bili. Báðir bilarnir eru seinni funnir, og eigarin av tí eina bilinum, ein 25 ára gamal maður, er sambært Ekstrablað-num handtikin. Hann er skuldsettur fyri morð, morðroynd og fyri at hava luttikið í skotbardaganum. Løgreglan sigur, at enn er ógreitt hvønn leiklut maðurin hevur havt, og tí verður ákæran so umfevnandi.
Hevndaratsókn
Løgreglan metur, at orsøkin til skotbardagan kann hava okkurt at gera við hassjhandilin. Men heldur, at sannlíkt er, at talan er um eina hevndaratsókn, fyri okkurt rok, sum var dagin fyri á Christiania.
Ein flokkur av christianittum komu hóskvøldið við einari áheitan á hassjkundar um ikki at keypa hassj á Christiania longur, tí tey ikki vilja búgva í einum krígsøki.
Karmarnir knústir
Í tíðindunum á TV2 fanst ein christianitti hvassliga at politikarunum, sum hava knúst føstu karmarnar, sum hassjhandilin á Christiania hevði. Skipaði handilin hevði sera greiðar reglur, eingi vápn og eingi hørð rúsevnir.
Hetta er alt broytt aftan á at hassjsølan er flutt í hassjklubbar kring býin. Umhvørvið er vorðið nógv harðari. Christianittin ynskti lóggevandi valdinum tillukku við fyri við valdi at hava skapt kríggj.
Minningarhald varð hildið fríggjakvøldið fyri tann deyða. Tá funnust eisini prestarnir Lene Mathies og Flemming Pless at avgerðini at taka burtur hassjsølubúðirnar á Christiania. Hassjsølubúðirnar vórðu tiknar burtur fyri einum ári síðan.
Lene Mathies segði sambært Ekstra Blaðnum, at hassjhandilin plagdi at vera undir skipaðum viðurskiftum, men nú varð hann stýrdur av kreftum, sum nú høvdu víst sítt ónda, ónda andlit.










