Tamilsk bygdafólk har norðuri í Sri Lanka eru skelkað, eftir at vápnaðir hermenn lupu á eina kirkju leygardagin. Álopið kostaði fimm mannalív, og tamilarnir siga, at tað vóru stjórnarhermenn, sum søktu at kirkjuni.
Í Sri Lanka er vanligt, at fólk leita sær skjól í kirkjunum fyri at bjarga sær undan samanstoytum ímillum tamilsku tikararnar og stjórnarherin. Men leygardagin var tað ikki nóg mikið. Stjórnin avsannar, at tað vóru hennara hermenn, sum lupu á kirkjuna, men fleiri eygnavitni hava greitt AP-tíðindastovuni frá, at menninir vóru úr stjórnarherinum. Fólk, sum sluppu livandi frá álopinum siga, at fleiri hundrað fólk vóru í kirkjuni, tá hermenninir herjaðu inn í kirkjuna og fóru at skjóta.
Seinastu tíðina hava fleiri samanbrestir verið ímillum stjórnarhgerin og tann tamilska uppreistrarherin, sum stríðist fyri at loysa tann tamilska partin frá hinum partinum av landinum. Norðmenn hava roynt semju ímillum partarnar í fleiri ár, men í seinastuni hava fleiri stúrt fyri einum veruligum borgarakríggi í Sri Lanka.










