Skotin hvítabjørn í Longyearbyen elvir til kjak

Ikki øll eru eins fegin um, at hvítabjørnin varð skotin

Sýslumaðurin á Svalbard mátti herfyri taka avgerð um at skjóta eina hvítabjørn, ið kom ov tætt at Longyearbýnum.

Ein hvítabjørn, sum seinni varð staðfest at vera ein sjey ára gomul kallbjørn, hevði fleiri ferðir verið í Longyearbýnum millum jól og nýggjár, og undir nýggjárshaldinum varð bjørnin aftur at síggja beint uttan fyri býin.

Bráfeingisvandi var ikki á ferð, men av tí at hvítabjørnin ikki tóktist at vilja broyta atferð, og ferð eftir ferð kom inn í bygt øki, varð avgerð tikin um at skjóta bjørnina, skrivar NRK.

Avgerðin er ikki follin í góða jørð hjá øllum, og á Facebook bólki fyri fólk í Longyearbýnum eru nógv, ið vísa sína misnøgd. Misnøgdin gongur í høvuðsheitum út uppá, at tað skuldi borið til at funnið aðrar loysnir enn at skjóta bjørnina, og at dýr og menniskju mugu kunna liva saman á Svalbard.

Sýslumaðurin hevur eisini kunnað á Facebook síðuni hjá sýslumanninum, at bjørnin er skotin. Eisini har eru nógv, ið vísa sína ónøgd.

Sýslumaðurin á Svalbard, Ole Jakob Malmo, hevur gjørt greitt, at atlit mugu fyrst og fremst takast til íbúgvarnar í Longyearbyen. Eisini hevur Ole Jakob Malmo sagt, at Norsk Polarinstitutt hevur eitt starvsfólk, ið hevur førleikar at doyva og flyta burtur bjarnir, men at tað starvsfólkið var burturi um jólini.

Sostatt var einki annað val enn at skjóta hvítabjørnina.