Argir: Tveir rútar eru brotnir. Ein framman og ein á síðuni, og hevur onkur skotið í rútin. Herverkið er helst framt náttina til leygardag, men av politigarðinum í Havn, verður sagt, at gerningsmenninir eru ikki funnir enn. Einasta, sum er gjørt við málið higartil er, at tað er skrivað ein rapport um tað.










