Skoti brendi aldarinnar opna málmøguleika

Skotland og Noreg fingu hvør sítt stig í einum 0-0 javnleiki á Hampden Park leikvøllinum í Glasgow í kvøld. Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar til at avgera dystin til sín fyrimun. Men sigast má, at Skotland hevði tann størsta. Norski málverjin, Jon Knudsen varð útspældur, og Chris Iwelumo skuldi bara seta innara síðuna á bóltin frammanfyri einum blankum, opnum norskum máli. Men, sum sæst á myndini, so megnaði Iwelumo á undrunnarverdan hátt at senda bóltin framvið málinum. Skotsku frásøgumennirnir vóru skelkaðir um hetta. Talan var um fyrsta landsdystin hjá Iwelumo, sum hevur skorað 8 mál í 7 dystum fyri enska felagið, Wolverhampton. Í sama bólki tók Holland ímóti Íslandi á ?De Kuip? í Rotterdam. Løtan, tá tjóðsangurin var spældur var ógvuliga kensluborin fyri íslendingarnar, sum sjálvandi eru harmir um støðuna heima í Íslandi. Íslendingar stríddust væl, og høvdu teir nakrar málmøguleikar, men Holland var betra liðið, og vann uppiborið 2-0, aftaná 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Joris Mathijsen og Klaas Jan Huntelaar skutu hollendsku málini. Mikukvøldið tekur Noreg ímóti Hollandi á Ullevaal Leikvøllinum í Oslo. Ìsland tekur ímóti Makedonia í Reykjavík. Okkara frændir í eystri og vestri mugu vinna sínar heimadystir, um teir skulu hava nakran nevniverdan møguleika at hanga við í bólki 9. Holland er nr. 1 við 6 stigum, Skotland er nr. 2 við 4 stigum, Makedonia hevur 3 stig, Noreg 2 stig, og Skotland hevur 1 stig.