Skotarnir farnir av landinum

Eftir at hava merkt býarmyndina nú í nakrar dagar, eru eingir skotar at síggja í høvuðsstaðnum. Havnin líkist sær sjálvari aftur, ella næstan sær sjálvari, tí enn síggjast leivdir frá skotunum hist og her.

 

Eitt nú hevur Traðarmaðurin hjá Hans Paula Olsen uttanfyri býráðið fingið ein skotskan hatt á høvdið. Og tað má sigast, at hesin sær eins gott út og føroyska liðið gjørdi á vøllinum í seinna hálvleiki í gjárkvøldið.