Skotar vunnu í Reykjavík

Vónirnar hjá íslendingum um eitt gott úrslit ímóti Skotlandi vóru góðar, aftaná, at Ísland varð um reppið at vinna á Noregi í Oslo. Men við einum 2-1 sigri fóru skotar við øllum í Reykjavík. Kirk Broadfoot legði Skotland á odda í 18. minutti, tá hann beindi eitt hornaspark í netið. Tá góður tími varð spældur økti Barry Robson til 2-0 við einum brotssparki. Ímóti dystarenda vaknaðu íslendingar, og tá 77 minuttir vóru farnir fingu íslendingar brotsspark. Stephen McManus hjá Skotlandi fekk reytt kort fyri at steðga bóltin við hondini í skotska brotsteiginum, og brotsspark varð dømt til Ísland. Eiður Guðjohnsen setti brotssparkið í netið til 1-2, og síðstu løtuna trýstu íslendingar fyri aftur at fáa ein 2-2 javnleik, til høldar, men hesaferð eydnaðist tað ikki. Ì sama bólki vann Holland á útivølli 2-1 ímóti Makedonia.