Skotar ætla at veksa munandi um alivinnuna

- Neyðugt er, at lóggevandi myndugleikarnir eru við í hesi ætlan, sigur umsitingarstjórin í Scottish Salmon, Sid Patten Næstu seks árini ætla skotar at veksa um sína laksaframleiðslu upp í 160.000 tons um árið. Tá ið teir hava nátt hesi nøgdini, er ætlanin at seta málið til 200.000 tons.

- Tað er nógv, sum má gerast, um vit skulu røkka teimum 160.000 tonsunum um seks ár. Eitt nú mugu vit sannføra lóggevarar um, at vit við hesum kunnu útvega fleiri arbeiðspláss úti í økjunum, eins og vinnan verður rikin forsvarliga.

Tað sigur Sid Patten, umsitingarstjóri í Scottish Salmon, sum nú roynir at fáa myndugleikarnar við sær í arbeiðið at veksa uppaftur meira um skotsku alivinnuna.