Skotar skulu atkvøða um loysing

Nicola Sturgeon, stjórnarleiðari í Skotlandi, hevur nú alment váttað, at eftir ætlan, so skal Skotland hava eina nýggja fólkaatkvøðu um loying frá Bretlandi.

 

Tað sigur í almennari yvirlýsing í dag.

 

Eftir ætlan skal fólkaatkvøðan haldast annahvørt um heystið 2018 ella í seinasta lagið á vári í 2019.

 

Nicola Sturgeon segði, at í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni um Brexit, har ein meirluti valdi at fara úr ES, hevði skotska fólkið valt at verða verandi. Tí mátti stjórnin í Edinburgh verja skotsk áhugamál. Valið stóð nú ímillum at varðveita skotsk áhugamál, ella at fara úr ES saman við Bretlandi.

 

London kann siga nei

 

Formelt skal Nicola Sturgeon fáa játtan frá stjórnini í Westminster at halda eina fólkaatkvøðu.

 

Hóast Theresa May kann siga nei, so er tað ósannlíkt at hon ger tað, tí tað vildi lagt óneyðugt politikst trýst á hana. Í øllum meldrinum við limaskapinum í ES, er tað lítið, sum bendir á, at hon vil leggja meir trýst á seg sjálva.

 

Tískil er ivamálið heldur nær fólkaatkvøðan skal verða. Skotska stjórnin vil hava hana at verða áðrenn Brexit tilgongdin er liðug, meðan stjórnin í London vil hava fólkaatkvøðuna at verða eftir at tann tilgongdin er liðug.