Mikukvøldið verða tríggir dystir í EM-bólki B. Føroyar sleppa at royna seg ímóti Fraklandi á útivølli, og bæði Italia og Skotland spæla eisini á útivølli mikukvøldið. Italia skal spæla ímóti Georgia, sum bert hevur vunnið tann eina dystin í bólkaspælinum higartil. Italia fótaði sær leygardagin, men kravið til italiumenn er ein sigur í Georgia. Oddaliðið Skotland sleppur rættiliga at royna seg, tí landið spælir á útivølli ímóti Ukraina, sum ikki hevur staðið seg serliga væl higartil.