Skotska Premier League fær eftir øllum at døma stórar fíggjarligar trupulleikar, nú Setanta, sum hevur rættindi til bæði ensku og skotsku Premier League fer í gjaldssteðg. Avtalan millum Setanta og skotsku Premier League hevur eitt virði upp á eina milliard krónur í fýra ár. Setanta hevur eisini rættindi til ensku Premier League, men har hava tey teknað trygging móti støðuni, sum nú er íkomin.