Skotar jaga tindasvín

Bretsku umhvørvismyndugleikarnir eru farnir undir at jaga tindasvín á oynni North Uist úti fyri skotsku vesturstrondini.
Myndugleikarnir hava gjørt av at taka 200 tindasvín í ár. Trupulleikin er, at tindasvínini gera seg inn á fuglin, sum eigur á oynni. Tindasvínini loeggjast á reiðrini, og tað hevur havt við sær, at fuglurin á North Uist er nógv minkaður. Bretsku umhvørvisverndarfelagsskapirnir siga seg skilja, at tað er neyðugt at bjarga fuglalívinum á oynni, men teir halda tað kortini ikki vera rætt at avlíva tindasvínini. Tí verður roynt at taka tey livandi, so tey møguliga kunnu flytast aðrastaðni, har tey ikki gera fugli opg øðrum ónáðir.
Men tað er ikki vist, at tað verður so lætt at fáa fatur á tindasvínunum. Víst verður á, at veturin hevur verið rættiliga kaldur har á leiðini, og tí verður hildið, at tindasvínini liggja framvegis í dvala. Og tá eru tey ikki løtt at finna.