Skotar í øðini

Rangers gav í farnu viku franska venjara sínum, Paul Le Guen, sekkin eftir vánalig úrslit og ófrið í spælarahópinum.

Síðani hava áhaldandi søgur gingið um, at skotski landsliðsvenjarin, Walter Smith, skuldi gerast venjari hjá liðnum. Í gjár bleiv tað so alment, at Walter Smith er nýggi venjarin hjá Rangers, og hetta eru skotar í øðini yvir. Skotland hevur fingið sera góð úrslit í EM-undankappingarbólkinum hjá Føroyum undir leiðslu av Walter Smith, og tí er tað ein stórur missur fyri landsliðið, at Smith nú hevur valt at siga seg úr starvi sum skotskur landsliðsvenjari, fyri ístaðin at halda fram í stórfelagnum, Rangers.