Tað vóru Skótalið KFUM’S, Skótafylki Sigmundar Brestisson og Havnar KFUK skótar, sum seinnapartin fyltu Vaglið í Havn. Hetta var serliga ein stuttlig løta fyri eldri skótar, sum minnast, tá skótarnir hittust á Vaglinum í gomlum døgum.
Í dag hava Lord og Lady Baden-Powell føðingardag. Dagurin verður kallaður Hugsunardagur, tí hendan dag skipa skótar kring allan heim fyri tiltøkum og verkætlanum, ið varpa ljós á skótar og skótaarbeiði.
Í Tórshavn og ymsastaðni í Føroyum hevur tað verið vanligt at skótarnir hava bjóðað til skótaguðstænastur, har tað síðsta brævið, Baden-Powell skrivaði til heimsins skótar, verið lisið upp. Almenn kirkjugongd verður eisini í dag kl 18 í Havnar Kirkju.
Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið setti Hugsunardagin. Borgarstjórin er sjálvur gamal skóti og ger við hvørt høvi vart við tað stóra og týðandi samfelagsliga arbeiði, sum skótarørslan ger, og hvussu stóran týdning hetta hevur fyri uppalingina hjá børnum og ungum, ið sum skótar ganga undan sum góð fyridømi fyri onnur.
Borgarstjórin byrjaði við at bjóða skótum, foreldrum og áhoyrarum vælkomnum á Vaglið í dag í sambandi við Hugsunardagin, sum skótarørslan skipar fyri á hvørjum ári 22. februar. Hann takkaði Havnar Hornorkestri, sum altíð stendur fyri góða horntónleikinum, tá ið tiltøk eru í Havn.