Skotar harta íslendingar

Í skotsku uppsjóvarvinnuni eru tey alt annað enn hugtikin av, at íslendingar hava gjørt av at fiska 15 prosent minni av makreli í ár enn í fjør.

-Tað er umráðandi at leggja áherslu á, at samstundis sum Ísland krevur at fáa 15 prosent av heildarkvotuni, hevur landið tikið sær sjálvum knappliga 23 prosent av kvotuni. Hetta er eitt mál, sum einans kann loysast við samráðingum, og tað er upp til íslendingar og føroyingar at koma við einum veruligum tilboði, so vit kunnu taka samráðingarnar uppaftur, sigur stjórin í skotska uppsjóvarsamtakinum, Ian Gatt, við STV News.

Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lockhead, segði í gjár, at hann var sera vónsvikin av avgerðini hjá íslendingum at taka sær 23 prosent av heildarkvotuni. Hann tók uppaftur uppskot sítt um at seta eina óheftan semingsmann at royna semju millum partarnar í makreltrætuni.