Ein av stóru trupulleikunum, tá ið TB og FC Suðuroy í síni tíð royndu seg í bestu deildini var breiddin. Tað sveið meiri enn hjá øðrum, tá ið spælarar vóru skaddir ella leikbannaðir. Gongdin higartil í ár hevur víst, at hetta er broytt.
Salmundur Bech og norðmaðurin Johann Gulliksen vóru roknaðir at skula eiga lyklaleiklutir á samansetta liðnum. Teir hava higartil í ár verið nógv skaðaplágaðir, men kortini eru Suðringar ovast á talvuni. Dánjal Godtfred noyddist av vøllinum í 3-2 sigrinum ímóti B36. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.
Skotskir fjølmiðlar hava heft seg við avrikini og úrslitini hjá Suðringum. Teir fylgja væl við í, hvussu tað gongst hjá skotum, sum royna seg uttanfyri landoddarnar. Ein av teimum er venjarin í Suðuroy, Maurice Ross. Hann letur væl at:
-Spælararnir gera alt tað, sum verður lagt á teir. Hugburðurin er framúr, og málið er at røkka pláss, sum ber europeiskan fótbólt við sær næsta summar, sigur Maurice Ross.
Hjá NSÍ kom tað sera væl við, at tað fyri viku síðani eydnaðist at vinna 1-0 á heimavølli ímóti HB, hóast NSÍ allan seinna hálvleik var undirmannað.
Í fjør tapti NSÍ tveir landskappingardystir við Stórá. Um tað aftur í dag endar við tapi, so verða tað níggju stig fram til toppin.
Einar Tróndagjógv er leikbannaður eftir reyða kortið ímóti HB.










