Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, og skotski fyrstiráðharrin, Alex Salmond, skrivaðu í dag undir ein sáttmála, sum sigur, at fólkaatkvøða verður í Skotlandi í 2014 um at loysa frá Onglandi. Sáttmálin varð undirskrivaður í Edinburgh.
Á fólkaatkvøðuni skulu skotar taka støðu til, um Skotland skal verða verandi í tí 305 ára langa ríkissambandinum við Ongland ella ikki.
David Cameron er ímóti, at skotar loysa, tí eftir hansara tykki er tað ein styrki fyri Bretland at standa saman. Meiningakanningar benda á, at honum nýtist neyvan at stúra, tí sum er taka bara millum 30 og 40 prosent av skotunum undir við loysing.