Alararnir í Skotlandu tóku 158.000 tons av laksi í fjør, og tað var 2,5 prosent meiri enn árið fyri.
Skotska hagstovan sigur, at alararnir hava ikki tikið so nógvan laks síðani 2004. Framleiðslan er eisini vaksin nógv tey seinnu árini.
Harafturímóti minkar tann skotska sílaalingin nógv. Í fjør tóku alararnir 4.620 tons av sílum, og tað er nógv minni enn fyrr. Sambært tølunum hjá hagstovuni minkaði sílaalingin heili 24 prosent frá 2010 til 2011.