Skot søgdu rokksangara at deyðin var nær í Bataclan

Eagles of Death Metal høvdu konsert í Bataclan undir álopinum í 2015. Í dag greiddi orkestrið frá í rættarmálinum.

 

Í dag var tað amerikanski rokkbólkuirn Eagles of Death Metal, sum greiddi frá í rættinum um álopið á Bataclan. Á myndini sæst Jesse Hughes, forsangari í bólkinum og gittarleikarin Eden Galindo, sum svarar spurningum uttan fyri rættarsalin í París í dag. - Foto: Christophe Ena/Ritzau Scanpix

Amerikanski rokkbólkurin Eagles og Death Metal var komin hálvan veg við konsertini á spælistaðnum Bataclan, tá konsertin varð avbrotin av skotum.

– Eg visti, at deyðin var nær, sigur ein av limunum í bólkinum, Jesse Hughes, forsangari.

Hann hevur í dag givið sína frágreiðing í rættinum um álopið, sum var í París í november í 2015.

Rættarmálið í dag er samstundis sum eitt rættarmál í Belgia. Har sita 14 fólk á ákærubeinkinum.

Í rættarmálinum í Frankaríki eru 20 fólk ákærd.

32 ára gamli Salah Abdeslam er millum tey 20. Hann er tann einasti ákærdi, sum er skuldsettur beinleiðis fyri morð ella morðroynd. Hann vísir aftur ákærunum.

Gittarspælarin Eden Galindo sigur í síni frágreiðing í dag, at hann trúði, at ljóðskipanin var við at bresta.

Men Jesse Hughes visti alt fyri eitt, at tað ljóðaði sum skot, minnist hann.

– Eg komi frá einum oyðimarkarsamfelag í Kalifornia, so eg kenni ljóði frá einum skotvápni, sigur Jesse Hughes. 

Illgerðarmenninir komu drønandi gjøgnum høvuðsinngongdina í spælistaðnum og loystu skot av frá automatvápnum, meðan bólkurin spældi. Tá eingi skot vóru eftir, løddu teir aftur vápnini, sigur Eden Galindo.

– Vit trúðu, at tað fór at steðga, men tað helt fram, sigur hann.

Tað eydnaðist bólkinum at flýggja út ígjøgnum eina síðuinngongd, meðan managarin hjá teimum varð dripin.

Álopið á Bataclan var eitt av fleiri álopum í franska høvuðsstaðnum um kvøldið 13. november í 2015.

130 fólk doyðu í álopunum, sum hernaðarligi bólkurin Islamiskur Statur seinni tók ábyrgdina av.

Nú meira enn seks ár eftir álopini er Jesse Hughes enn fjálturstungin, tá hann skal inn í stórar mannamongdir, segði hann í frágreiðing síni.

/ritzau/Reuters

 

Í dag var tað amerikanski rokkbólkuirn Eagles of Death Metal, sum greiddi frá í rættinum um álopið á Bataclan. Á myndini sæst Jesse Hughes, forsangari í bólkinum og gittarleikarin Eden Galindo, sum svarar spurningum uttan fyri rættarsalin í París í dag. - Foto: Christophe Ena/Ritzau Scanpix