Hvønn dag í seinastu 14 dagarnar hava børn sitið inni á Býarbókasavninum og teknað myndir úr ymsum ævintýrum hjá H.C. Andersen. Summi børn hava eisini teknað heima og sent tekningarnar til bókasavnið, og onkrar eru enntá komnar frá føroyskum børnum, sum búgva í Danmark. Hósdagin koma so allar tekningarnar upp at hanga á bókasavninum, og tá fáa vit eisini at vita, hvørji hava vunnið eina bókagávu og fáa sínar tekningar prentaðar á bókamerki.
Lurta og tekna
? Tað hevur verið avbera stuttligt at hava øll hesi børnini inni á hjá okkum og eisini at frætta frá teimum, sum tekna heima ella í skúlanum. Tey, sum hava sitið her og teknað, hava hugna sær óført, og sum oftast hevur onkur av teimum vaksnu lisið okkurt ævintýr hjá H.C. Andersen, meðan børnini hava teknað, sigur Hanne Magnussen, barnabóka-vørður, og blaðar í stóra bunkanum.
Har eru tekningar av prinsessum, skorsteinssóparnum, tinsoldatinum, gentuni við svávulpinnunum og ein rúgva av vøkrum hvítum svanum. Hanne sigur, at tað hevur sjáldan verið neyðugt hjá teimum vaksnu at koma við hugskotum, tí børnini kenna ævintýrini hjá H.C. Andersen frammanundan, og nógv vita akkurát, hvat tey ætlar sær at tekna.
? Sum oftast koma tey og spyrja, um vit kanska eiga eina bók við júst tí ævintýrinum, sum tey so kunnu brúka til at fáa hugskot at tekna eftir. Onnur brúka bara hugflogið og tekna uttan nakra tekning at halda seg til, sigur Hanne, sum heldur, at tað munnu vera nógv meir enn 50 tekningar í bunkanum nú. Enn eru nakrir dagar eftir at tekna í, so tað verður spennandi at síggja, hvussu stórur bunkin er vorðin hósdagin 7. apríl, tá vinnarnir skulu finnast.
? Vit hava ikki heilt gjørt av enn, hvussu nógvir vinnarar skulu vera, men her nokk at velja ímillum, sigur Hanne, sum gleðir seg til at hanga allar tekningarnar upp á bókasavninum, tá kappingin er liðug, so øll kunnu koma og síggja vøkru ævintýr-myndirnar hjá øllum børnunum, sum hava verið við.










