Skorheim: KÍ vinnur 2-0 á B36

(Rás2) Hoyr upptaktsprátið Petur Asbjørn Lervig gjørdi við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið Petur Asbjørn Lervig gjørdi beinleiðis á Rás2 við borgarstjóran i Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim.

 

Umframt at prátið snúði seg um umstøðurnar hjá ítróttini í Klaksvík og um Norðoyastevnuna, so snúði prátið seg eisini um dystin millum KÍ og B36, ið byrjar klokkan 15.

 

- KÍ letur einki mál inn, og vinnur 2-0, sigur ein sannførdur borgarstjóri, ið skal handa steyp til vinnandi liðið aftaná dystin.