Skoraberg hevur silgt á land sunnast á Kalsoynni. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at Skorberg stendur framvegis á landi.
Vørn og MRCC hava myndugleikan á sjónum, og tí fær vaktleiðarin á politistøðini ikki sagt so nógv. Men sigur tó, at Skoraberg stendur á landi sunnast á Kalsoynni á eystursíðuni sunnan fyri Syðradal.
Ziska verið uppi í leikinum í nátt, Brimil er á staðnum og fleiri av manningini, fimm mans, førdir í land. Skiparin og stýrimaður enn umborð.
Í løtuni eru tey í eini bíðistøðu fyri at finna út av, hvussu skipið kann fáast leyst aftur. Har eru trygging og aðrir viðkomandi partar uppi í teimum fyrireikingunum, sigur vaktleiðarin.
##med2##