Síðst í januar fóru teir tríggir, Hans Michael Hansen, Martin Mørk og Finn Hansen yvir til Lofoten at kryvja tosk. Vertíðin er vanliga um tríggjar mánaðir, og liggur heilt væl fyri, ber til at tjena tað mesta av einari ársløn hesar mánaðirnar.
Og tað sá eisini gott út fyrstu vikurnar.
- Vit svóvu lítið og einki og kruvdu mest sum í døgndrift. Tað var ógvuliga strævið, men tað var hetta, vit vóru farnir til Noregs at gera, sigur Finn Hansen, ið dagliga starvast sum løgreglumaður.
Hann hevur upparbeitt sær nógva avspáking, tí hann er hundaførari og arbeiðir tí nógva yvirtíð. Saman við honum eru eisini Hans Michael Hansen, sum til dagligt eigur og rekur Mica, og trði maðurin í ferðalagnum er Martin Mørk, sum er sjálvstøðugur timburmaður.
Lofoten fiskaríið er at sammeta við várróðurin á Norðhavinum, og vanliga er vertíðin tríggjar mánaðir.
Ofta viðrar illa í januar og fyrst í februar, men í ár er tað øvugt. Nú er tað í endanum av vertíðini, at vánaliga veðrið er.
Men sum nevnt hildnaðust fyrstu vikurnar sera væl, og tað førdi til, at enn ein løgreglumaður, Karl Oddmar Rasmussen, kom yvir til hinar tríggjar í Lofoten at kryvja.
42 mans
Finn Hansen sigur, at teir standa við seks linjur.
- Fýra mans spretta og avhøvda, og tríggir mans taka innanúr og skilja livur og rogn. Vit eru tilsamans 42 mans við linjurnar, og tað eru allir aldrar, ungir sum eldri menn, sigur Finn Hansen.
Hann sigur, at alt verður brúkt.
- Ungir dreingir skera lippur, og teir kunnu forvinna upp í fleiri hundrað krónur um tíman. Teir fáa 40 krónur fyri kilo av lippum, sum teir skera, sigur Finn Hansen.
Eisini høvdini verða gagnnýtt, og einki fer til spillis.
- Hetta er at meta við vertíðina á Norðhavinum. Bátar koma langvegis frá at fiska tosk, heilt norðan úr Ålesund og suðuri úr Bergen, sigur Finn Hansen.
Talan er um bátar úr 30 fót heilt upp í 60-tonsarar.
Sum nevnt er vertíðin 10-12 vikur, og teir fýra føroyingarnir, sum eru í Lofoten í løtuni, verða verandi har tvær vikur aftrat. Teir vóna sum vera man, at veðrið fer at batna, so teir aftur fáa nakað at gera.
Fitt fólk
Teir fýra eru sera væl nøgdir við umstøðurnar.
- Teir høvdu útvegað okkum eina íbúð við trimum kømurum. Vit gjalda 2.000 krónur fyri íbúðina umframt mat, so tað er rímiliga væl sloppið. Vit búgva so her fýra mans í løtuni, sigur Finn Hansen.
Tað búgva umleið 2.000 fólk í býnum, og føroyingarnir eru ovfarnir at blíðskapinum.
- Tosa um, at føroyingar eru gestablíðir. Tað er einastandandi, sum fólkið her er blítt og fyrikomandi. Øll tosa og spyrja og eru so blíð og týð, sigur Finn Hansen.
Føroyingunum dáma sostatt ógvuliga væl í Lofoten, hóast veðrið ikki hevur verið til vildar, og úrtøkan tí heldur ikki var tann, sum vónað varð.
- Vit fáa tímaløn, og vit mugu siga, at hon er rímiliga góð. Vit stóðu upp í 20 tímar um døgnið fyrstu tíðina, so tað var nógv arbeiði. Nú hevur so at siga einki verið at gjørt seinastu tríggjar vikurnar, so tað er bert at vóna, at seinastu tvær vikurnar fara at verða góðar, áðrenn vit venda nøsina heim aftur til Føroya og gerandisdagin, sigur Finn Hansen.










