Hetta er sættu ferð, at teir í Skopunhagen standa fremstir til at sleppa inn á tjaldingarøkið á G!, sum letur upp klokkan 17 seinnapartin í dag.
Limirnir í Skopunhagen eru næstan blivnir eitt slag av eini "institutión" á G!, og fyriskipararnir av festivalinum eru sera fegnir um tann innsats, sum teir í Skopunhagen leggja í festivalin.
Millum annað fara teir í Skopunhagen at skipa fyri ymiskum undirhaldi í dag, meðan fólk standa í bíðirøð at sleppa inn á tjaldingarøkið. Harumframt hava teir í Skopunhagen eisini hjálp fyriskiparunum við ymiskum praktiskum.
Í fjør vann Camp Skopunhagen heiðurin sum besta lega á tjaldingarøkinum, og tað var ikki minst orsaka av, at limirinir í Skopunhagen vóru óførir at hjálpa fleiri av yngru festivalgestunum við at seta tjøld upp.