Fiskaarbeiðið, sum er á fiskavirkinum í Skopun, krevur, at stórir trailarar javnan koma við fiski til bygdar. Bilarnir koma suður við Teistanum og seta fiskin av við fiskavirkið.
Tíðin stendur ikki í stað, og tað er ikki longur sum fyrr, tá skipini løgdu fiskin upp í Skopun ella á Sandi. Men, sjálv innkoyringin til bygdina í Skopun hevur gjøgnum mong ár verið ein fløskuhálsur, og tað er eisini trongt at koma niðan av havnalagnum.
Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, sigur, at tey hava sett pengar av til nýggja innkoyring, og í komandi ári skal hon gerast.
- Eg vænti, at vit kunnu fara í holt við hetta arbeiði komandi summar, og ætlanin hjá okkum er, at arbeiðið skal gerast liðugt í 2018, sigur borgarstjórin.
Gerhard Lognberg sigur, at møguleikarnir at betra um sjálva innkoyringina til bygdina eru tvinnir - antin at fara inn í lendið oman fyri ella at taka bátadráttin og eitt horn burtur av innasta parti av bátahylinum.
- Innkoyringin skal í øllum førum skal gerast, og eg haldi ikki, at tað er nakar stórvegis trupuleiki, um neyðugt verður at taka bátadráttin og eitt horn burtur av bátahylinum til útfylling.
Hann vísir á, at bátadrátturin verður ikki so nógv brúktur og teir flestu, sum taka bát upp ella seta bát á sjógv, brúka kranabilar.
Hinvegin heldur Gerhard Lognberg, at Skopun átti at fingið ein nýggjan bátadrátt á leiðini, har sum gamla portrið í havnini var áður.
- Her kundi verið skorið fyri til nýggjan bátadrátt, men sjálvur kundi eg hugsað mær, at vit heldur fingu eina lítla beding. Tá eg var óviti, var beding í Skopun, har rímiliga stór deksfør kundu takast upp, sigur borgarstjórin.