Í Skopun er stórt tiltak um vikuskiftið. Longu í gjárkvøldið var nógv á skránni í bygdini, og í dag hendir rættiliga nógv.
Høvið til stóra tiltakið er, at Skopun sum niðursetubygt hevur 190 ár á baki í ár. Her eru seinkaðir várdagar - ella várdagar, sum eru lagdir saman við seglskiparegatta'ini, sum vitjar í Skopun í dag.
Í samband við 190-áradagin var mentanarkvøld í Skopunar skúla í gjárkvøldið, har borgarstjórin beyð vælkomin, og har Fríðhild Winther leiddi tiltakið sum orðstýrari.
Á tiltakinum hevði Jóan Pauli Joensen, fólkalívfrøðingur, fyrilestur um niðursetubygdirnar. Alfred Olsen , fyrrverandi løgtingsmaður, greiddi frá, og fyrrverandi skúlastjóri greiddi frá um skúlaskap.
Á tiltakinum í Skopunar skúla ljómaði eisini góður sangur, eins og her varð borðreitt við mati.
Dagurin í dag byrjaði við góðum morgunmati í Vón, har øll vóru hjartaliga vælkomin, og nú um middagsleitið nærkast træseglskipini Skopun. Sambært skránni leggja skipini til bryggju í Skopun nú beint fyri klokkan 13.
Tá skipini hava lagt til bryggju, verður móttøka, har borgarstjórin, Gerhard Lognberg, fer at halda røðu og fer at bjóða træseglskipunum og øllum vitjandi - nær og fjar - vælkomnum til bygdar.
Í dag frá klokkan 14 til 17.30 fara træseglskipini at hava "opið hús", meðan tey liggja í Skopun, og her eru øll hjartaliga vækomin umborð at síggja hábærsligu skipini.
##med2##
Seinnapartin í dag fara eisini onkrir av skúrunum í Skopun at hava opið við ymiskum, og á økinum verða eisini hoppiborgir, ábit og ymiskt annað.
Í tímanum millum klokkan 15 og 16 verður tiltak við sjóránarum og skattjakt fyri børnum.
Klokkan 19 í kvøld verður stór veitsla í Samljóði, har Bill Justinussen verður frásøgumaður. Tiltakið hevur stóran áhuga, og her krevst tilmelding.
Í kvøld klokkan 23.30 skipar Samljóð fyri dansi, og her verða tað Sommerson Band, sum fara at spæla.
Aftur í morgun - sunnudagin - verður ymiskt á skránni í Skopun.